Artwork

Kandungan disediakan oleh Kringvarp Føroya. Semua kandungan podcast termasuk episod, grafik dan perihalan podcast dimuat naik dan disediakan terus oleh Kringvarp Føroya atau rakan kongsi platform podcast mereka. Jika anda percaya seseorang menggunakan karya berhak cipta anda tanpa kebenaran anda, anda boleh mengikuti proses yang digariskan di sini https://ms.player.fm/legal.
Player FM - Aplikasi Podcast
Pergi ke luar talian dengan aplikasi Player FM !

Við Tórði á túri í egningarskúrunum á Stongunum í Klaksvík

51:54
 
Kongsi
 
Manage episode 398227281 series 1075262
Kandungan disediakan oleh Kringvarp Føroya. Semua kandungan podcast termasuk episod, grafik dan perihalan podcast dimuat naik dan disediakan terus oleh Kringvarp Føroya atau rakan kongsi platform podcast mereka. Jika anda percaya seseorang menggunakan karya berhak cipta anda tanpa kebenaran anda, anda boleh mengikuti proses yang digariskan di sini https://ms.player.fm/legal.
Hóast vit um dagarnar hava hoyrt fiskifrøðngar boðað frá, at støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er alarmerandi, fáa útróðrarbátarnir í Klaksvík nógvan fisk tá teir eru sleppa út fyri veður. Teir hava eisini fingið nógvan og góðan tosk. Sagt verður at úrslitið av yvirlitstrolingini hjá Havstovuni hevur víst, at gýtingarstovnurin av toski er ein triðing av tí sum lágmarkið er fyri gýtingarstovnin. Og altjóða havrannsóknarstovan ICES heldur, at út frá hesum tølum áttu Føroyar at steðgað við toskafiskiskapi á landgrunninum í ár og næsta ár. Men fleiri útróðrarbátar í Klaksvík høvdu verið úti, tá "Við Tórði á túri" vitjaði egningarskúrarnar á Stongunum hósdagin. Vit hittu skipararnar á Norðsøka, Bragd, Dalsenni og Stakkaberg. Teir høvdu fingið upp í 200 pund upp á stampin og tað er gott. Teir eru allir á einum máli um, at útróðrarbátarnir hava so ikki uppfiskað nakran toskastovn, tí teir eru so fáir eftir og tað avmarkar seg sjálvt. -Tað er í lagi at gýtingarpláss verða friðað, men tað má gerast við skili. Tað er burtur við at friða inni við land, tí toskurin kemur ikki úr fjøllunum. Vit vita at hann kemur uttanífrá og verður nakað gjørt, má tað verða longur úti, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, sum er væl nøgdur við fiskiskapin. Hann heldur at hitalagið í sjónum hevur alt at siga. Fiskurin er onku staðni, men hann tekur ikki húkin fyrr enn sjógvurin verður kaldur. Og Oddmar heldur lítið um kvotaskipan ístaðin fyri fiskidagar, tí hann hevur fiskað undir kvotaskipan og tá verður bara tann stóri fiskurin tikin. So tað verður kaos við kvotaskipan, heldur hann. Skiparin á Dalsenni, 21 ára gamli Johannes Nybo, sigur, at teir fáa mest tosk. Í dag høvdu teir 7.00 pund og fingu góðar 25 kr. fyri kilo ímiðal. Johannes igur, at nógvur toskur er fullur av nebbasild. "Teir fáu fullriknu útróðrarbátarnir, sum eru eftir í Føroyum, kunnu so ongantíð fiska stovnin upp. Norðhavið fær frið í fleiri vikur tá illveður er, so tað avmarkar seg sjálvt", sigur Johannes Nybo, ið hevur ein dreym um at fáa størri bát. Dalsenni er 42 føtur glastrevjabátur. Andru Poulsen, skipari á Stakkabergi, er ovfarin av niðurstøðuni hjá fiskifrøðingunum um toskastovnin. Stakkaberg er júst komin inn við 9.000 pundum og tað mesta er toskur. "Vit fáa ikki logið okkum frá hesum. Vit hava fingið meira tosk í ár enn vit fingu í fjør. Og hann er væl fyri og vit fáa allar støddir. Tað plagar at vera gott tekn", sigur Andru, ið heldur at hitalagið í sjónum er alt avgerandi. Norðsøki brúkar ikki gággu sum agn, men høgguslokk og makrel. Tí er veiðan hjá teimum aftur í dag mest hýsa. Skiparin á Norðsøka, Heri Vang, sigur, at hýsuprísurin var lágur beint eftir nýggjár, men nú er hann komin upp aftur har hann var áðrenn. "Eg fari ikki at siga fiskifrøðingunum ímóti viðvíkjandi toskastovninum, men útróðrarbátarnir hava so ikki uppfiskað nakran stovn. Vit eru nógv skerdir hesi seinastu árini, og eftir henda túrin hevur Norðsøki bara 58 fiskidagar eftir í ár", sigur Heri. Alfred Eliasen er pensionistur, men hann hevur bát og skúr á Bollafabrikkini á Stongunum, og skúrurin hjá Alfredi er væl umtóktur sum kaffistova á Stongunum. "Vit samlast her tá eingin útróður er og her drekka vit kaffi og fáa nógv hugnalig prát. Her tosa vit ikki um fólk, men við fólk", sigur Alfred. Sum smádrongur gekk hann eisini nógv millum útróðrarmenninar á Stongunum og hann sigur, at útróðrarskúrarnir Stongunum eru framvegis hjartað í Klaksvík. Í sendingini hitta vit eisini fleiri onnur fólk í egningarskúrunum. Tey eru Bent Johnny millum Garðarnar, Palli Mellemgaard, Jógvan Mellemgaard, Líggjas Bjartalíð, Dániel Kalsø, Elisabeth Nybo og Jákup Skoradal.
  continue reading

51 episod

Artwork
iconKongsi
 
ทุกตอน

×
 
Loading …

Selamat datang ke Player FM

Player FM mengimbas laman-laman web bagi podcast berkualiti tinggi untuk anda nikmati sekarang. Ia merupakan aplikasi podcast terbaik dan berfungsi untuk Android, iPhone, dan web. Daftar untuk melaraskan langganan merentasi peranti.

Panduan Rujukan Pantas

Podcast Teratas